Röddin

VIT

 

Tak niður

25 minuttir: Kitty May Ellefsen
28.12.2016 - 19:00
Samrøða við Kitty May Ellefsen, ið legði lívið um eftir ráðum frá læknanum

Kitty May Ellefsen er ein kvinna, sum altíð hevur havt nógva ferð á. Útbúgving, arbeiði, familja og vinir. Men so við og við varð hon alt meiri strongd og hevði torført við at sovna.

Hjartað dukaði og leikaði í, so hon royndi at drekka eitt glas, áðrenn hon fór til songar. Men skjótt varð eina glasið til tvær fløskur, og hon varð bundin av alkoholi. Og tá fór alt sína skeivu gongd.

Ikki fyrr enn Kitty May viðgekk fyri sær sjálvari, at hon var alkoholikari, byrjaði at ljósna. Góða ráðið, at fara at renna hvønn dag, gevur henni frið og ró og fyllir hana við takksemi, so hon nú kann liva sum ein fræls kvinna.

Lagt til rættis: Armgarð Arge.