Röddin

VIT

 

Tak niður

VIDEO: Føroyar-Finnland 29-28
08.01.2017 - 19:39
Føroyska U-21 landsliðið hevur spælt seg víðari til HM-endaspælið

Eitt flott avrik ímóti Finnlandi í kvøld syrgdi fyri, at Føroyar hava spælt seg víðari í HM-endaspælið fyri U-21 landslið.

Undan dystinum var greitt, at Føroyar høvdu ráð at tapa dystin við tveimum málum og allíkavæl spæla seg víðari, men tað bleiv ikki aktuelt.

Føroyar vunnu 29-28, eftir at hava verið á odda 16-12 í hálvleikinum.

Ein leikari sum av álvara skaraði framúr var bara 17 ára gamli málverjin, Hørdur Trygvason, sum stóð sum ein múrur í føroyska málinum.

Føroyar vunnu allar tríggjar HM-undankappingardystirnar og hava við hesum tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum og skrivað føroyska hondbóltssøgu.

HM-endaspælið verður í Algeria í juli mánaði.