Mentanarvirðislønir landsins 2016

26.01.2017 - 12:03
Mentan
Mentanarvirðislønir landsins 2016

Tak niður

Mikukvøldið 25. januar vórðu Mentanarvirðislønir landsins handaðar á almennum tiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, handaði virðislønirnar. 

Rúni Brattaberg, operasangari, fekk mentanarvirðisløn landsins fyri 2016. Virðislønin er 150.000 krónur, og varð latin Rúna Brattaberg fyri hansara avrik, sum viðurkendur operasangari í stórum operahúsum um allan heim. 

Tvær aðrar virðislønir vórðu eisini latnar á Seglloftinum á Tvøroyri mikukvøldið. 

Steinprent, grafiski verkstaðurin í Havn, fekk heiðursgávu landsins, 75.000 krónur, fyri sítt stóra íkast til til føroyskt mentanar og listalív í Føroyum seinastu 18 árini.

 Anna Malan Jógvansdóttir, yrkjari og myndlistakvinna, fekk virðislønina til ungt listafólk, 50.000 krónur. Hon gav út sítt fyrsta listprýdda yrkingasavn í 2015 og gongur í løtuni á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn.

 
 

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
Álopið á St. Nazaire
106652
Leygardag 28. mars
Jambalaja 280320
106908
Leygardag 28. mars
Sendingin 270320
106906
Leygardag 28. mars
Morgunlesturin leygardagurin 28. mars 2020
106087
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Studio71 - 5 dokumentarar
106848
Hósdag 26. mars
Korona konsert við Bárði á Lakjuni
106790
Hósdag 26. mars
Norrøna
106783
Mikudag 25. mars
Savnsgull: Ymisk lív
57217
Mikudag 25. mars
Studio71 - 5 feitir filmar
106672