Tóku uppstillingina aftur

Tóku uppstillingina aftur
Einki stríðsval verður um forsetasessin í Fótbóltssambandinum kortini
10.02.2017 - 20:27

MB, sum fyrradagin skeyt Høgna í Stórustovu upp sum forsetavalevni í Fótbóltssambandinum, hevur tikið uppstillingina aftur, og tí verður einki stríðsval um formanssessin í FSF á aðalfundinum.

Formenn í fótbóltsfeløgum, sum sjónvarpið hevur tosað við, siga, at eingin grund er at venda aftur til eitt stríðsmál.

Christian Andeasen, forseti í FSF, vil ikki gera viðmerkingar til ákærurnar frá Høgna í Stórustovu, og forkvinnan í MB, Elisabeth Haraldsen, svaraði ikki telefonini, tá sjónvarpið ringdi og ætlaði at fáa eina viðmerking um, at MB hevur tikið uppstillingina av Høgna í Stórustovu aftur.

 

Mynd: Høgni í Stórustovu

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652