Röddin

VIT

 

bannari

Tak niður

Kendir føroyingar: Niels Juel Arge
16.02.2017 - 20:26
Føroysk dokumentarsending um Niels Juel Arge, fyrrverandi útvarpsstjóra

Í tretivu ár var Niels Juel Arge tann karismatiski stjórin á føroyska útvarpsloftmiðlinum. Kortini dámdi honum betur á dekkinum enn á brúnni.

Hann var tann føddi frásøgumaðurin, sum vildi fortelja. Hann skapaði sjálvur føroysku útvarpsreportasjuna og ítróttafrásøgnina. Hann var røddin, sum allir føroyingar vuksu upp við í 60- og 70-árunum. Hann var virdur og avhildin.

Hann ráddi fyri borgum á Bryggjubakka, og kravdi, at hini fylgdu honum. Tignin var so bjørt, at summi firnaðust honum. Hann var ímyndin av Útvarpi Føroya.

Heilhugaður virkaði hann fyri einum føroyskum útvarpi, tó at umstøðurnar vóru smáar og politiski viljin lakur. Hann tók stig til eydnuspælið V4, sum fíggjaði eitt nútímans útvarp.

Tá ið hann legði frá sær í 1990, var útvarpið so nógv framfarið, at tað var ikki at líkna við tann stovn, sum hann tók við leiðsluni á tretivu ár frammanundan.

Í sendingini fáa vit søguna um havnardrongin, sum kendi loftmiðilin sum sítt kall, og sum gjørdist kendasta røddin í landinum. Kona, børn og fyrrverandi útvarpsfólk siga okkum søguna um Niels Juel.

Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.