Röddin

VIT

 

bannari

Tak niður

KvF 60 ár: Ívar - maðurin aftan fyri røddina
16.02.2017 - 20:00
Føroysk sending frá 1998

Í nærum 38 ár hevur hann sagt Føroya fólki tíðindi úr øllum heimsins herðashornum, og dag um dag hevur hann sagt okkum, hvat veðurmenninir hava spátt um veðrið á okkara leiðum.

Fram um allar er hann útvarpsrøddin. Útvarpsmaðurin Ívar Iversen fylti 67 ár í 1998, og tað bar í sær, at hann var loystur úr starni í Útvarpinum 1. mars hetta árið.

Sítt lívsstarv tók Ívar umborð á postbátinum av Oyri til Havnar. Hann arbeiddi hetta tíðarskeiðið á Loranstøðini á Eiði, men hevði gjørt av at fara til skips aftur, tá hoyggingin var av.

Hann hevði frammanundan eisini siglt sum telegrafistur. Umborð á postbátinum bað fyrrverandi útvarpsstjórin Aksel Tórgarð, sum var blivin prestur í Kvívík, Ívar fara suður í Útvarpið at hjálpa Niels Juel Arge tað summarið.

Ívar varð verandi á Bryggjubakka og helt fram í Sortudíki, tá Útvarpið flutti niðan 2. juli 1981.