Röddin

VIT

 

bannari

Tak niður

Við Tórði á túri í KvF (4:5)
16.02.2017 - 21:00

Nógv er á skránni á barnaøkinum hjá Kringvarpi Føroya. Í Frískúlanum í Havn, sum í veruleikanum er á Velbastað, venja tey kvæðið um Ólav Riddararós, sum tey skulu framføra á einari dansistevnu í Havn.

- Føroysku kvæðini eru ein partur av okkara mentan, og eisini á barnaøkinum skulu vit hugsa um at lýsa tey ymsu evnini. Tað er umráðandi, at øll børn kenna seg aftur í onkrum av tí sum vit senda, sigur Jonna Fritsdóttir Mortensen, ið er samskipari á barnaøkinum hjá Kringvarpinum.

Kuldakrákan vísir seg fyri vertinum og vil verða lyft. Annars húsast Kuldakrákan á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Maiken Olsen bindur allan stovnin væl saman, serliga tá hon einaferð um vikunar bakar kaku. Hon íðkar ítrótt við ÍSB og har hevur hon vunnið tilsamans 128 heiðursmerki.

Vit vitja eisini inni í Kringvarpshøllini, har tey taka barnasendingina Morsa upp. Jákup Dahl Wardum, sum er vertur í sendingini, sigur, at tað er bæði spennandi og stuttligt at gera Morsa.

Fríggjakvøld er ungdómssendingin Røddin Live á skránni í Útvarpinum. Vertirnir siga, at tá sendingin er beinleiðis, royna tey altíð at velja tónleik, ið hóskar til evnið. Samrøðubrotini mugu ikki vera ov long, tí ungdómurin hevur ikki bindindi at lurta leingi eftir nøkrum, siga tey.

Tórður Mikkelsen er vertur og Eir í Ólavsstovu hevur verið fotografur og hevur eisini klipt tey fimm videoinnsløgini, sum verða løgd á heimasíðu Kringvarpsins. Innsløgini lýsa fjølbroytta virksemið í Kringvarpinum.