Uppskotið um fiskivinnunýskipan verður broytt

bannari
Uppskotið um fiskivinnunýskipan verður broytt
Árni Gregersen, journalistur, ger viðmerkingar til politisku støðuna, nú fiskivinnunýskipanin hevur verið til hoyringar
03.04.2017 - 20:18

- Talan er um markeringar, men fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá samgonguni verður ikki samtykt, sum tað sær út í løtuni.

Tað sigur Árni Gregersen, journalistur og politiskur viðmerkjari, nú javnaðartingmenninir, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, hava gjørt greitt, at teir taka ikki undir við uppskotinum hjá samgonguni, sum teir sjalvir eru partur av.

Enn hevur uppskotið bara verið til hoyringar, og tað er ikki lagt fyri tingið.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur sagt, at uppskotið verður lagt fram í hesum mánaðinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652