Andstøðan rýmdi úr tingsalinum

Andstøðan rýmdi úr tingsalinum
Atkvøðugreiðslan í málinum um at yvirtaka familjurættin er útsett til mánadagin
11.05.2017 - 21:08

Andstøðan rýmdi úr tingsalinum í dag, tá atkvøðast skuldi um málið at yvirtaka persóns-, húsfólka- og arvarætt.

Hon vildi hava málið beint aftur í nevnd, ella at formansskapurin vísti tí frá sær.

Løgtingsformaðurin mátti niðurleggja tingfundin, tí samgongan var ikki fullmannað.

Tá tingfundurin var settur aftur, bar ikki til, tí framvegis var ikki nóg mikið av fólki í tingsalinum, og tingformaðurin hevur nú boðað frá, at atkvøðurgreiðslan er útsett til tingfundin, sum verður mánadagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628