Savnsgull: Eg tori at liva

bannari
21.06.2017 - 19:00
Mentan
Savnsgull: Eg tori at liva
Føroysk savnssending frá 2007
 
 

Tak niður

Sending um Steinvør Fonn úr Klaksvík, sum ikki er bangin fyri at viðganga, at hon bæði er sjálvsøkin og krevjandi og tískil ikki løtt at liva saman við. Samstundis er hon eisini við egnum orðum góðtrúgvin og heimføðislig.

Tað hendir nakað, har hon er, og familjan hevur alt at siga fyri hana. Tónleik og sang gongur hon uppí við lív og sál, og m.a. stjórnar hon kvinnukórinum Suð. Menn hava ikki atgongd har, tí teir hava alt ov ilt við at læra uttanat.

Steinvør hevur útbúgving sum lærari, men gavst eftir fimm árum, tí hon ikki orkaði frek og óuppdrigin børn. Nú starvast hon í familjufyritøkuni Fonn Flog, men útilokar kortini ikki, at hon seinni fer at taka lærarastarvið upp aftur.

Sendingina gjørdu Leivur Hansen og Bjørg Mohr Anderssen.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. november
Ámæli
74637
Týsdag 21. november
Savnsgull: Ungar hendur 3
74606
Týsdag 21. november
3-2
74577
Sunnudag 19. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
74474
Sunnudag 19. november
Andaktin
74473