Fáa ikki Oyggjaleikirnar fyrr enn í 2029

bannari
Fáa ikki Oyggjaleikirnar fyrr enn í 2029
Eftir fund við Oyggjaleikanevndina í Gotlandi í dag, er greitt, at Føroyar helst ikki kunnu hýsa leikunum fyrr enn í 2029
25.06.2017 - 16:42

Tað eru 12 ár, inntil Føroyar aftur kunnu hýsa Oyggjaleikunum. Tað fekk Ítróttarsamband Føroya at vita á fundi við oyggjaleikanevndina, IIGA, í dag.

Føroyar hava annars sent umsókn inn til bæði 2023 og 2025, men aðrar oyggjar vilja eisini hýsa leikunum hesi árini. Harumframt er Isle of Man eisini áhugað í at fáa leikirnar í 2027.

Sostatt kunnu Føroyar ikki rokna við at sleppa upp í part fyrr enn í 2029.

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, sigur, at skuldi onkur oyggj lopið frá, standa Føroyar tilreiðar at taka leikirnar. Og hon leggur afturat, at Føroyar sjálvar hava skyldina av, at vit nú standa í hesi støðu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652