Henrietta Nielsen hevur skrivað søgu

bannari
29.06.2017 - 18:15
Ítróttur
Henrietta Nielsen hevur skrivað søgu
Henrietta Nielsen verður fyrsta føroyska kvinnan, ið vinnur heiðursmerki í einstaklingakapping í borðtennis
 
 

Tak niður

Henrietta Nielsen hevur skrivað føroyska borðtennissøgu

Hon hevur í dag spælt seg í hálvfinaluna, og tað hevur við sær, at hon hevur í øllum førum tryggjað sær bronsuheiðursmerki.

Borðtennis hevur verið fastur partur av øllum oyggjaleikum, tó ikki í Bermuda í 2013, men enn hevur eingin kvinna megnað at vinna heiðursmerki í einstaklingakappingini.

Henrietta spældi í dag fyrst 1/8 finalu móti Gotlandi. Har var hon aftanfyri 0-2, men vann 3-2 (Sí innslagið)

Seinni í dag spældi hon hálvfinalu móti Charlotte Case úr Guernsey, og har var als eingin ivi. Henrietta vann 3-0 í einum dysti, sum bara vardi 12 minuttir.

Føroyar eru eisini komnar í hálvfinaluna í tvímansleiki hjá kvinnum. Báðar hálvfinalurnar og møguligar finalur verða spældar í morgin.

Foto og klippt: Ragnar A. Jacobsen

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. november
Ámæli
74637
Týsdag 21. november
Savnsgull: Ungar hendur 3
74606
Týsdag 21. november
3-2
74577
Sunnudag 19. november
Guðstænasta úr Havnar kirkju
74474
Sunnudag 19. november
Andaktin
74473