Reportasja: Elin fyrireikar seg til rokkkonsert

Reportasja: Elin fyrireikar seg til rokkkonsert
Gentur skulu tora at spæla trummur, klaver, bass og guitar. Tað er moralurin í leguni ´Gentur rokka´, sum endar í morgin við konsert í Reinsaínum
30.06.2017 - 16:19

Í hesi vikuni gera seytjan ungar gentu gera seg til reiðar at rokka. Leygardagin skulu tær nevniliga framføra løg, sum tær sjálvar hava smíðað.  

- Vit hava gjørt ein sang, sum vit fara at venja og framføra leygardagin, sigur Elin. sigur 14-ára gamla Elin á Løgmansbø úr Miðvági.

Tá ið Kringvarpið var framvið rokkleguni í Skansanum, vandu genturnar tað lagið, tær sjálvar hava skrivað.

- Tað er torført at skriva sangin, lat í einum luttakara, meðan tær løgdu síðstu hond á lagið.

Altjóða rørsla

Gentur Rokka er ein tónleikalega, har ungar gentur fáa høvi at skriva løg, yrkja sangir, læra at spæla tónleik og læra um kvinnur í altjóða tónleikasøgu.

´Girls Rock´ er upprunaliga ein altjóða rørsla, sum kom undan kavi í USA í 2007. Í fjør skipaðu íslendskar kvinnur fyri tiltakinum ´Stelpur Rokka´ í Føroyum, og í ár stendur tiltakið altso á føroyskum beinum. Endamálið er, at ungu genturnar skulu fáa sjálvsvirði og sjálvsálit.

- Tað er øgiliga umráðandi at siga: Ja, eg eri cool nokk, og eg tori at vera tónleikari og gera tað, eg vil, sigur Greta Svabo Bech, sum er ein av lærarunum á leguni.

Einans kvinnuligir tónleikarar hava veitt íblástur, og teirra millum eru Gurið Hansdóttir, Rannvá Helenudóttir (HULDA), Jenný Kragesteen (FRUM) og Elsa Gunnarsdóttir Sevdal.

- Vit gentur kunnu

Fyri Elin á Løgmansbø hevur legan verið framúr góð. Hon hevur skrivað tónleik og yrkt ein sang, eins og hon leygardagin fær høvi at framføra nýggja lagið í Reinsaríinum. Hon fer heim aftur til Miðvágs við røttum ryggi.

- Vit kvinnur kunnu gera tað, vit vilja, sigur hon við Kringvarp Føroya at enda.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887