Nú má vegurin gerast tryggur

Nú má vegurin gerast tryggur
Hilmar Johannesen, sum í gjár fekk ein trailara sendandi inn í urtagarðin hjá sær, vil hava ferðina á vegnum setta niður og bilverju setta upp
10.08.2017 - 19:38

Ein trailari koyrdi seinnapartin í gjár út av vegnum í Søldarfirði og inn í urtagarðin hjá Hilmari Johannesen. Trygdin á vegastrekkinum er als ikki nøktandi, sigur hann.

Í áravís hava søldfirðingar gjørt vart við, at trygdin ikki er í lagi á vegnum, sum koyrir beint gjøgnum bygt øki í Søldarfirði. Fleiri álvarslig ferðsluóhapp hava eisini verið á vegastrekkinum. Tíbetur fekk ongin mein av ferðsluóhappinum í gjár, men tað var um reppið, at tað kundi gingið heilt galið.

Ein trailari kom sendandi beint gjøgnum urtagarðin hjá Hilmari Johannesen, men hevði trailarin koyrt út av fáar metrar áðrenn, so var hann endaður inni í køkinum hjá honum.

Nú vónar Hilmar Johannesen, at myndugleikranir vakna og fáa gjørt okkurt við trygdina á vegnum. Hann vil hava ferðina niður og bilverju setta upp.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887