Føroysk turnusskipan ávegis

Føroysk turnusskipan ávegis
Ætlanin er at stovna eina føroyska turnusskipan við tí fyri eyga, at føroysk læknalesandi kunnu fáa framíhjárætt at koma í turnus í Føroyum.
15.08.2017 - 19:51

Í løtuni lesa okkurt um 80 føroyingar til lækna í Danmark. Sambært felagnum fyri føroyskt læknalesandi, vilja tey flestu til Føroyar í turnus.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur í svari til Katrina Kallsberg, løgtingskvinnu, at Heilsumálaráðið skal hava ein fund við Det Regionale Råd for Lægers Videreuddannelse í Region Øst í Danmark fyrst í september um møguleikan at stovna eina føroyska KBU-skipan.

Í fyrsta umfari verður talan um eina royndarskipan. Riggar hon ikki, ber til at venda aftur til verandi skipan. Sum er, eru føroyingar saman við dønum við í lutakastinum um turnusplássini í Føroyum. 

Sambært felagnum fyri føroyskt læknalesandi, vilja tey flestu av teimum 80 føroysku læknalesandi til Føroyar í turnus. Ein teirra, ið eftirlýsir eina serskipan innan føroyska heilsuverkið fyri føroysk læknalesandi er Jón Rafael Clementsen, ið ynskti at sleppa til Føroya í turnus, men endaði í Silkeborg. 

Grønlendska heilsverkið hevur egna turnusskipan fyri læknalesandi. Anne-Marie Ulrik, fyrrverandi læknastjóri í Grønlandi, segði við Kringvarpið herfyri, at skipanin er beinleiðis orsøk til, at flestu nýutbúnu grønlendsku læknarnir koma heimaftur at arbeiða eftir loknan lestur. 

Hóast ein serføroysk turnusskipan verður sett á stovn, er umráðandi fyri Heilsumálaráðið, at hendan skipan er sum tann danska, so læknarnir eru tryggjaðir somu møguleikar sum læknar í donsku skipanini eftir lokið turnus í Føroyum. Sambært Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, so heldur Det Regionale Råd for Lægers Videreuddannelse, at møguleiki er fyri samstarvi við tey um skeið og annað, um vit stovna eina føroyska turnusskipan.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010