Sierra Leone: Talið á deyðum veksur støðugt

Sierra Leone: Talið á deyðum veksur støðugt
Talið á deyðum eftir runuskriðuna í Freetown í Sierra Leone veksur støðugt. 
15.08.2017 - 19:52

Sambært BBC, eru 400 fólk deyð, og fleiri túsund eru saknað.

Forsetin í landinum, Ernest Bai Koroma, sigur, at heilir býarpartar eru lagdir í oyði, og at Sierra Leone hevur átrokandi tørv á hjálp til tey túsundtals fólkini, sum í gjár vórðu rakt av runuskriðuni og flóðini.

Roynt verður av øllum alvi at bjarga fleiri fólkum úr rununi, sum rann gjøgnum økið Regent. Reyði Krossur hevur trupult við at fáa útgerðina til økið, sum skal til at grava fólk út úr rununi.

Umframt tey deyðu, og tey, sum eru saknað, so standa nógv fólk eisini heimleys. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Mánadag 15. apríl
Víkingur hevur sett kósina
173736
Mánadag 15. apríl
Við eymk og fret
173715
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628