Ymiskar fatanir av vanlukkuni

Ymiskar fatanir av vanlukkuni
Tað fer væntandi at taka fleiri mánaðir at skriva frágreiðing um hendingina, tá ein bátur varð ásigldur í Skopunarfirði
07.09.2017 - 20:37

Sjófrágreiðing um vanlukkuna, tá farmaskipið Mykines og glastrevjabáturin Mars stoyttu saman í Skopunarfirði, gav einki greitt svar, hví manningin á Mykinesi og menninir í bátinum ikki varnaðust hvønn annan, fyrr enn ov seint var.

Skiparin á Mykinesi segði, at báturin sást ikki.

Maðurin, sum varð bjargaður av Mars, segði, at báturin var væl útgjørdur, og at øll útgerð varð tendrað.

Danska havarínevndin kannar vanlukkuna fyri Sjóvinnustýrið.

Havarínevndin sigur við sjónvarpið, at tað fer væntandi at taka einar tríggjar ella fýra mánaðir at skriva frágreiðing um hendingina. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802