Sama uppskot, men við broytingum

bannari
Sama uppskot, men við broytingum
Hóast uppskotið um fiskivinnunýskipan er broytt aftur, so er talan framvegis um sama uppskot, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
14.09.2017 - 19:40

Fiskivinnunýskipanin er komin aftur í tingið við fleiri broytingum.

Millum annað skal útlendski ognarskapurin framvegis úr fiskivinnuni, men freistin er longd, evsta markið fyri, hvussu nógv eitt reiðarí kann eiga av samlaðu fiskirættindunum eru framvegis 17,5 prosent, men fyri uppsjóvarfisk, og botnfisk í Føroyum og á fjarðleiðum, er markið hækkað úr 20 upp í 35 prosent og menningarkvoturnar eru hækkaðar úr fimm upp í sjey prosent. 

- Broytingarnar koma fyrst og fremst úr Vinnunevndini, og eftir ólavsøku hevur samgongan gjørt neyðugar ískoytisbroytingar, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum tó heldur fast um, at talan er um sama uppskot, sum varð lagt fram fyrr í ár. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887