TAKS og Varðin aftur í rættinum

TAKS og Varðin aftur í rættinum
Sigurin hjá TAKS í Hægsta rætti kann kosta landskassanum nógv meir enn tað, sum var vunnið
15.09.2017 - 10:42

TAKS og Varðin eru enn einaferð brostin saman í Føroya rætti.

Hesaferð vil  Varðin vil hava bindandi svar frá TAKS um, at eigararnir av Varðanum hava rætt til at draga 890 milliónir frá í skatti, um teir selja partabrøvini í felagnum. 

Tað er nevniliga soleiðis, at sambært lógini um kapitalvinningsskat kunnu ávís feløg selja síni partabrøv eina ferð skattafrítt, sambært einari vinningsáseting síðsta dag í 2006. Tað var hetta, sum eigararnir av Varðanum søgdu seg hava gjørt í 2005, men sum av hægsta rætti var dømt at vera fjalt vinningsbýti og ikki ein veruligur handil. 

Men tá Hægsti rættur hevur felt hendan dómin, so vilja eigararnir av Varðanum vera við, at teir enn hava rættin at selja partabrøvini skattafrítt.

 

Rættindi frá landinum

Tí kann nýggja málið millum TAKS og Varðan í stóran mun fara at snúgva seg um virði á rættindunum, sum Varðin hevur fingið frá landinum. Tí tað er meginparturin av frádráttinum, sum eigararnir av Varðanum vilja hava rætt at draga frá. 

Í Føroya Rætti í dag legði grannskoðarin hjá Varðanum fram eina virðisáseting, gjørda aftur í tíð, og sambært hesari var Varðin verdur heili 890 milliónir krónur við árslok 2006.

Eginpeningurin felagnum var tó bert 140 milliónir um hetta mundið. Men grannskoðarin hevði eisini tikið við virðini á veiðirættindunum, sum Varðin ræður á, sum grannskoðarin metur høvdu eitt virði væl omanfyri eina hálva milliard krónur.

Her er tó talan um rættindir, sum Varðin partvíst hevur fingið ókeypis frá landinum.

Tað vil við øðrum orðum siga, at grannskoðarin hjá Varðanum viðgongur, at reiðaríið hevur í fyrsta lagið fingið eitt virðismikið aktiv frá landinum ókeypis. 

Men í øðrum lagi vil reiðaríið draga júst somu loyvir frá, soleiðis at tey ikki eru ókeypis longur, men nú gerast sera dýr fyri landskassan.  

Í innslagnum um rættarfundin millum reiðaríið Varðin og TAKS í Degi og viku í gjárkvøldið vóru tvey árstøl skeivt endurgivin. Av misgávum komu vit at siga 2015, tá rætta árstalið var 2005 og 2016, tá rætta árstalið var 2006. Haldið okkum til góðar. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887