Katalonska stjórnin hevur mist meirilutan

10.10.2017 - 19:20
AktueltPolitikkur
Katalonska stjórnin hevur mist meirilutan
Stjórnarkreppa tykist valda í Katalonia, nú katalonski forsetin valdi at seta loysingina í bíðistøðu, heldur Uni Leitisstein Hansen, journalistur
 
 

Tak niður

Katalonska sjálvstýrisstjórnin í Barcelona bakkaði í spurninginum um loysingini frá Spania.

Tað varð greitt, tá katalonski forsetin, Carles Puigdemont, talaði í katalonska tinginum í dag.

Orsøkina segði forsetin vera, at hann ynskti at dempa spentu støðuna, sum er uppstaðin eftir fólkaatkvøðuna, har 90 prosent av veljarunum atkvøddu fyri loysing. Valluttøkan var 43 prosent. 

Eitt evropeiskt mál 

Carles Puigdemont harmaðist, at spurningurin um sjálvsavgerðarrættin hjá katalonum varð gjørdur til ein internt spanskt mál og ikki eitt evropeiskt mál um fólkaræði.

Hann fordømdi harðskapin, sum varð framdur móti veljarunum 1. oktober. 

Og annars grundgav hann væl og leingi fyri, hví tað var komið so langt, at meira enn 40 prosent av øll katalonum ynskja loysing frá Spania. 

Áheita á spaniólar

Carles Puigdemont, forseti, talaði eisini beinleiðis til spanska fólkið á sponskum, og bað allar spaniólar gera sær ómak at skilja teir katalonar, sum ynskja loysing. 

"Vit eru ikki ørvitisknokkar," segði hann. "Vit eru vanlig fólk. Vit ynsktu bara at atkvøða."

Men tá alt tað var sagt, so setti katalonski forsetin loysingina á bíðistøðu. 

Nýval kann væntast

Líkt er til, at við avgerðini, hevur katalonska sjálvstýrisstjórnin í Barcelona mist stuðulin frá kommunistiska loysingarflokkinum CUP, og harvið meirilutan í katalonska tinginum, Generalitat de Catalunya. 

Tí kann úrslitið verða, at nýval verður útskrivað til katalonska tingið. 

 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. oktober
3-2
Sunnudag 15. oktober
Andaktin
Sunnudag 15. oktober
Møti úr Frelsunarherinum
Hósdag 12. oktober
Kendir føroyingar: Kjølbro
Mánadag 9. oktober
3-2