Verkfallið kann herðast munandi

Verkfallið kann herðast munandi
Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur vart í eina viku. Kortini eru fleiri deildir á sjúkrahúsunum framvegis virknar.
13.11.2017 - 19:47

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum kann herðast meira, men tað er ikki ráðiligt fyri sjúklingin at leggja alt arbeiði niður, heldur fakfelagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Á Landssjúkrahúsinum eru tvær deildir stongdar, men akutt-sjúklingarnir á skurðdeildini, sum stongdi í morgun, eru bara fluttir á eina aðra deild, A3. Nú liggja 13 sjúklingar liggja á tí deildini - tríggir fleiri enn tað er pláss fyri.

Hósmorgunin verður verkfallið hert, og ein arbeiðssteðgur á medisinsku seingjardeildini á Landssjúkrahúsinum er fráboðaður.

Felagið er til reiðar at fara allan vegin við verkfallinum, sigur forkvinnan, Óluva í Gong.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652