Viðmerkjari: Semja er enn ein møguleiki

bannari
Viðmerkjari: Semja er enn ein møguleiki
John Johannessen, viðmerkjari og fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður hjá Javnaðarflokkinum, metir støðuna vera álvarsama, men ikki óloysiliga.
13.11.2017 - 19:44

Javnaðarflokkurin er í stórum trupulleikum, nú tingfólkini hjá flokkinum ikki ganga í takt. Tað skapar eisini stórar trupulleikar í samgonguni, tí maktbalansan kann broytast millum samgonguflokkarnar. Tað metir John Johannessen, viðmerkjari.

Tað eru tingmennirnir hjá Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, sum ikki taka undir við fiskivinnunýskipanaruppskotinum hjá samgonguni soleiðis sum tað sær út nú. 

John Johanessen sigur, at tað kann hava verið ein taktiskur feilur av samgonguni at skifta formann í vinnunevndini. Javnaðartingmaðurin, Bjarni Hammer, hevur verið formaður síðani samgongan varð skipað í september 2015, men tá valskeiðið var hálvrunnið, átti Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi tørn sum forkvinna í vinnunevndini. Tað kann hava havt við sær, at Bjarni Hammer ikki hevur somu ábyrgdarkenslu av nýskipanaruppskotinum, metir John Johannessen.

Hóast politiska støðan er trupul hjá Javnaðarflokkinum og samgonguni sum heild, so ber tó framvegis til at koma á mál við nýskipanaruppskotinum, sigur John Johannessen, viðmerkjari, við Dag og Viku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585