Wunder Pitsa besti filmur

Wunder Pitsa besti filmur
Filmurin Wunder Pizza hjá Hanusi Johannesen av Sandi vann marathon-filmskapping, sum Klippfisk skipaði fyri um vikuskiftið.
13.11.2017 - 19:50

Wunder Pizza snýr seg um ein trøllvaksnan mann, ið býr heima hjá mammu síni, men ikki lyftir ikki hond frá síðu og brúkar allar tíðina upp á at spæla telduspøl. Tá hann fyrstu ferð verður kroystur til arbeiðis sum pizzaboð av mammuni, henda ting og sakir. 

Wunder Pizza var ein av 19 stuttfilmum, sum blivu til um vikuskiftið. Teir 60 luttakararnir í kappingini fingu 48 tímar at gera ein film, sum skuldi vera millum 2 og 6 minuttir til longdar. Arbeiðssetningurin var "fyrstu ferð", og so skuldi ein lykil vera partur av søguni.

Vinningurin var eitt gávukort til el-lutir fyri 10.000 krónur.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819