Her er grundarlagið undir øllum fiskivinnukjakinum

bannari
Her er grundarlagið undir øllum fiskivinnukjakinum
Orðið "tilfeingisrenta" er bara ein annar - og meira ítøkiligur - máti at lýsa tað fiskiríkidømið, sum er ogn Føroya fólks.
29.11.2017 - 15:10

Tilfeingisrenta er, stutt sagt, tað eyka yvirskotið ein vinna, sum er grundað á náttúrutilfeingi, hevur í mun til aðrar vinnur.

Tilfeingisrenta er ikki til í handilsvinnuni, tí hon er ikki grundað á náttúrutilfeingi. Tilfeingisrenta er hinvegin í fiskivinnuni, tí fiskur hevur eitt virði, eisini áðrenn hann er fiskaður.

Tað vil siga, at meðan fiskurin svimur undir vatnskorpuni hevur hann eitt virði, sum ikki er menniskjaskapt, men náttúruskapt, og sum fólkið sambært lóg hevur krav uppá.

Harafturat er atgongdin at fiska avmarkað, og tí veksur virðið á fiskiríkidøminum upp aftur meir.

Virðið á fiskatilfeinginum kann tí setast upp soleiðis:

  1. Ein partur av virðinum er náttúruskaptur, (rávøra)
  2. ein partur verður skaptur av fiskivinnumyndugleikanum, tá ið atgongdin at fiska verður avmarkað (veiðirættindi), og
  3. ein partur av virðinum verður skaptur av vinnuni sjálvari, tá ið fiskurin verður tikin upp, førdur til lands, og virkaður til eina vøru, sum kann etast ella brúkast á annan hátt. (virðisøking)

Henda síðstnevnda partin (virðisøkingina) hevur vinnan skapt, og eigur hon tí at varðveita.

Hinar báðar partarnar av virðinum (rávøru og veiðirættindi) hevur vinnan ikki skapt, og tí er her talan um eitt yvirnormalt virði.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887