Tíðindaleiðari uppsagdur

21.12.2017 - 19:31
AktueltSamfelag
Tíðindaleiðari uppsagdur
Liljan Weihe sigur, at hon avvísir grundgevingina fyri uppsøgnina og ætlar sær víðari við málinum.

Tak niður

Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, er í dag loyst úr starvi. Tað boðar Johnny í Grótinum, stjóri, frá í tíðindaskrivi seinnapartin.

Tíðindaleiðarin seinnu árini fekk ætlanarskriv fyri trimum vikum síðani. Sambært stjóranum er orsøkin til uppsøgnina, at tíðindaleiðarin hevur verið illoyal mótvegis stjóra og stovni við at hava skrivað ósannindi um stjóran til stýrisformannin og við at leka upplýsingar til fjølmiðlar.

Liljan Weihe sigur í stuttari viðmerking, at hon avvísir grundgevingina fyri uppsøgnina og ætlar sær víðari við málinum.
 

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Kjakaríið: Heini, Ester og Høgni
111286
Leygardag 11. juli
Miskunnarleysir dagar í Hamburg
111045
Leygardag 11. juli
Føroyingar álopnir úr luftini
111275
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Video: 5mf dreingir, Fjarðastevna 2020
111287
Leygardag 11. juli
Video: 5mf kvinnur, Fjarðastevna 2020
111285
Leygardag 11. juli
Video: 10mf, Fjarðastevna 2020
111283
Leygardag 11. juli
Video: 8mf, Fjarðastevna 2020
111281