Skapanarlæran ger kristindómin til grin

Skapanarlæran ger kristindómin til grin
Tað er eingin andsøgn ímillum kristindóm øðrumegin og menningarlæruna hinumegin, heldur Sjúrður Hammer, Ph.D. í lívfrøði og granskari á Havstovuni
12.04.2018 - 12:08

Sjúrður Hammer, Ph.D. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, er játtandi kristin, og hann heldur, at tað ikki er andsøgn millum kristindómin og menningarlæruna. Hetta kemur til sjóndar í fimta partinum í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar, sum kemur á skíggjan í kvøld.

Í somu sending sigur Jastrid Høj, skúlastjóri í frískúlanum hjá Kelduni, at menningarlæran er í stríð við bíbilsku skapanarsøguna, og hetta fáa næmingarnir at vita í undirvísingini í lívfrøði í skúlanum hjá Kelduni. Sí brot við Jastrid Høj her

Men Sjúrður Hammer er ósamdur:

- Vit skulu vera varin við at gera kristnu trúnna til grin og halda fast um eina barnsliga og banala tulking av Bíbliuni, sigur Sjúrður Hammer.

Tá Charles Darwin legði fram sítt ástøði um menningarlæruna í bókini Origin of Species frá 1859, byrjaði eitt drúgt stríð ímillum vísindafólk øðrumegin og kirkjuligar myndugleikar hinumegin. Læran um, at alt lív hevur ein felags uppruna, og at alt lív hevur ment seg ígjøgnum milliardir av árum, var ovboðið fyri kirkjuna. Og hóast nógv kirkjusamfeløg við tíðini hava góðtikið menningarlæruna, er hetta stríðið framvegis aktuelt.

Sí brotið við Sjúrði Hammer úr fimtu sending omanfyri.

Fimti partur verður í sjónvarpinum í kvøld kl. 19.20. Tú kanst sjálvandi eisini hyggja á heimasíðu okkara, tú finnur partin her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858