Fólkaskúlalógin ger religiøsan mismun

Fólkaskúlalógin ger religiøsan mismun
Humanistafelag Føroya og felagið Gudloysi halda, at fólkaskúlalógin skal broytast, tí hon ger mismun á fólki í mun til átrúnað og lívsáskoðan
19.04.2018 - 12:28

Seinasti partur av Gud signi Føroyar verður í kvøld, og hesa ferð varpar sendingin ljós á gudloysi og gudstrúgv eitt nú í mun til føroysku fólkaskúlalógina. 

Bæði Humanistafelag Føroya og felagið Gudloysi halda, at føroyska fólkaskúlalógin eigur at broytast, tí hon ger mismun á fólki í mun til átrúnað og lívsáskoðan.

Í endamálsorðingini í fólkaskúlalógini stendur soleiðis:

”Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini geva næminginum eina kristna og siðalagsliga uppaling”.

Men Heini Reinert í felagnum Gudloysi og Heri Joensen í Humanistafelagi Føroya halda, at orðingin ger mismun.

Hetta kemur til sjóndar í sætta og seinasta partinum í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar, sum kemur á skíggjan í kvøld klokkan 19.20. Sí brot úr sendingini omanfyri.

Tú kanst eisini síggja sendingina her á heimasíðuni, tú finnur hana her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mars
Norðurljóð 18.mars 2024
172377
Mánadag 18. mars
Vreiði og vreiða
172342
Mánadag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
172339
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mars
Andakt við Johan við Neyst
172320
Sunnudag 17. mars
Møti úr Kelduni
172321
Fríggjadag 15. mars
Veðrið
172276
Fríggjadag 15. mars
Breddin stroyming: Orðaskifti um semjuskjal
172264