Videobrot: Dómur sagdur í pedofilmálinum

Videobrot: Dómur sagdur í pedofilmálinum
Hans Fróði á Toftanesi, áður nevndur Hansen, er dømdur 3 ár og 9 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri kynslig brotsverk. Hann kærir dómin
28.05.2018 - 15:17

Hans Fróði á Toftanesi, áður nevndur Hansen, varð í dag dømdur trý ár og níggju mánaðar fongsulsrevsing í rættinum í Lyngby m.a. fyri kynslig brotsverk móti einum smádrongi.

Harvið fekk hann sama dóm sum mamma drongin. Hon fekk fyri kortum eisini trý ár og níggju mánaðar fongsulsrevsing fyri kynslig brotsverk.

Umframt fongsulsrevsingina skal Hans Fróði á Toftanesi gjalda sakarmálskostnaðin, og hann skal rinda misbrúkta dronginum 100.000 krónur í endurgjaldi.

Dómurin er treytaleysur.

Hans Fróði á Toftanesi kærdi alt fyri eitt dómin til Eystara Landsrætt við kravi um frídøming. Hann skal framhaldandi sita í varðhaldi, til kærumálið kemur fyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585