Ungu svimjararnir hava tikið seg fram

Ungu svimjararnir hava tikið seg fram
Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisamband Føroya, tekur samanum annan finalupart í FM á langgeil
09.06.2018 - 23:26

- Tað eru serliga ungu svimjarnir, ið hava tikið seg fram. Fleiri teirra hava betrað sína tíð, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisamband Føroya.

Harafturat eru tað eisini fleiri, ið hava svomið seg til størri kappingar. Í dag eydnaðist tað Kristinu í Skála úr Havnar Svimjifelag at svimja undir kravtíðina til NMU. Og í gjár svam Martin V. Sivertsen úr Ægir seg eisini til NMU kappingina.

NMU er ein norðurlendsk meistara kapping, sum verður í Finnlandi. Síggj øll, ið hava kvalifiserað seg til kappingar uttanlands her.

Í dag varð aftur føroyskt met sett. Hesaferð vóru tað menninir í Havnar Svimjifelag, ið settu met í 4x200m frísvimjing - sí innslag við monnunum í Havnar Svimjifelag her.  

Umframt tað settu menninir í Ægi junior met í 4x200 frísvimjing. 

FOTO: Jakob Jørgensen

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010