- Eg eri ótrúliga rørdur

- Eg eri ótrúliga rørdur
Tað var ein rørdur Olaf Johannesen, sum í gjár fekk Ársins heiðursvirðisløn til Reumert-virðislønahandanina í Keypmannahavn
10.06.2018 - 10:05

Olaf Johannesen fekk  ársins heiðursvirðislønin til Reumert-virðislønahandanina, sum var í Skuepilhuset í Keypmannahavn í gjár. 

Hetta er 20. ferð, at virðislønin, sum Bikubenfonden hevur sett á stovn, er latin sjónleikararum, leikstjórum og framførslum, sum hava vakt ans í donsku leiklistaverðini.

35052794_10155446473192466_3667998973836132352_n.jpg

Caption: 
Olaf Johannesen fekk Ársins heiðursløn til Reumert-virðislønahandanina, sum var í Skuespilhuset í Keypmanna leygarkvøldið 10. juni.

Søren Kaare Andersen, stjóri í Bikubenfonden, handaði Olafi Ársins heiðursløn, ið eisini var hæddarpunktið á kvøldinum. 

Hann segði millum annað í grundgevingini, at Olaf ikki var ein vanligur sjónleikari, men ein framúrskarandi leikari, sum hevði eina einastandi yrkisleið í donskum sjónleiki. 

Hetta er triðju ferð, at Olaf Johannesen fær eina Reumert-virðisløn. Bæði í 2015 og í 2016 vann Olaf Johannesen virðislønina fyri besta mannliga leiklut. 

35026250_10155446488637466_1156369555891683328_n.jpg

Caption: 
Olaf Johannesen og unnustan, Marita Dalsgaard, eftir virðislønahandanina í gjár.

Í gjárkvøldið fekk Olaf Johannesen so heiðurslønina, sum verður latin serligum avrikum og serstakum talentum í danskari palllist. Umframt heiðurin fekk Olaf Johannesen eisini 200.000 krónur. 

Les meira um virðislønahandanina í gjár og sí fleiri myndir frá kvøldinum her

Videoupptøka: Hans Blaasvær

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819