Borgarstjórin í Sumba fegnast um tunnilsljós

Borgarstjórin í Sumba fegnast um tunnilsljós
Tað bøtur munandi um trygdina, at ljós nú er í Sumbiartunnlinum. Tað heldur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri
29.09.2018 - 22:00

Fyribils lýsir triðja hvørt ljós í Sumbiartunnlinum, men næsta stig verður at seta upp neyðskáp, eldsløkkjarar og telefonir í tunlinum. Samlaði kostnaðurin er umleið 10,5 milliónir krónur, tá alt er liðugt. 

Borgarstjórin í Sumba, Eyðbjørn Thomsen, vónar, at pengarnir verða játtaðir skjótt, so arbeiðið verður gjørt skjótt liðugt, tí ábøturnar eru neyðugar fyri trygdina.  

Men Sumbiartunnilin er bara ein av fleiri eldri tunnlum, sum hevur ábøtur fyri neyðuni, ásannar Armgarð Steinhólm, deildarleiðari í Deildini fyri Infrakervi hjá Landsverki. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851