Ov fá parkeringspláss við Karlamagnusarbreyt

Ov fá parkeringspláss við Karlamagnusarbreyt
Tórshavnar kommuna hevur givið byggiloyvi til tveir stórar íbúðarbygningar uttan at tryggja, at nóg nógv parkeringspláss eru til íbúðirnar
08.10.2018 - 19:43

Kommunan hevur sostatt ikki hildið sínar egnu ásetingarnar í almennu byggisamtyktina um, at eitt parkeringspláss skal verða til hvønn 75 fermetur av íbúð, sum verður bygd. 

Tað staðfestir Kærunevndin í niðurstøðu í kæru frá fólki í økinum. 

Vit hava í dag roynt at fingið viðmerking frá forkvinnuni í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, Marin Katrinu Frýdal, men tað hevur ikki eydnast okkum. 

Niðurstøðan hjá Kærunevndini í lendismálum kann lesast her.

Ferðslutrygdin ikki í lagi

Í Dag og Viku fríggjadagin vísti leiðslan, stýrið fyri Skúlan við Løgmannabreyt, foreldur og grannar á, at tey halda, at ferðslutrygdin á Karlamagnusarbreyt í Hoyvik, sum eisni er skúlavegur, er versnað munandi, hóast kommunan fyri einum lítlum ári síðani lovaði at bøta um trygdina.

Ein kanning, sum tekniska nevnd í býráðnum hevur bílagt, vísir eisini, at ferðslutrygdin er ikki í lagi.

Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd, viðurkendi ferðslutrupulleikan á Karlamagnusarbreyt, og segði at kommunan átti at hava gjørt meira fyri at bøta um ferðslutrygdina, millum annað at broya byggisamtyktina, so bygt varð longri inni á grundstykkjunum. 

Ferðslukanningina hjá kommununi frá september 2017 kan lesast her.

Foto: Jakob Jørgensen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887