Koda-grunnurin: Nevndin játtar til sín sjálvs

12.10.2018 - 20:30
Mentan
Koda-grunnurin: Nevndin játtar til sín sjálvs
Ein triðingur av pengunum, sum nevndin fyri Koda-grunnin lat í fjør, fóru til verkætlanir, sum nevndarlimirnir sjálvir eru partar av.

Tak niður

Koda-grunnurin, sum nevndin í Felagnum Føroysk Tónaskøld umsitur, fær á hvørjum ári slakar 400.000 krónur at býta til mentanarlig endamál í Føroyum.

Teir fýra nevndarlimirnir, sum umsita pengarnar, smæðast ikki burtur at søkja sjálvir.

Eitt nú fekk formaðurin, Kristian Blak, størstu játtanina - 60.000 krónur - til Summartónar.

Men nevndarformaðurin sær ongan trupulleika í, at nevndarlimirnir søkja úr grunninum, teir sjálvir umsita.

 - Vit í nevndini taka ongantíð persónliga støðu. Vit taka einans støðu til, um umsøkjarin lýkur treytirnar, sigur Kristian Blak.

Sí alla sendingina Lyst

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. juni
3-2
95742
Mánadag 17. juni
EM hondbóltur: Føroyar - Montenegro
95713
Mánadag 17. juni
Andaktin
95706
Sunnudag 16. juni
EM hondbóltur: Danmark - Føroyar
95711
Mikudag 12. juni
Minnist tú enn? (13:13)
26422