Roskilde brúkar tónleikin hjá Konni

Roskilde brúkar tónleikin hjá Konni
Í nýggjasta Facebook-uppslagnum hjá Roskilde Festival, har biðið verður um lurtaraynskir, verður tónleikurin hjá føroysku Konni Kass brúktur.
23.10.2018 - 11:30

Hvørt ár heitir ein av størstu tónleikafestivalinum í Evropa, Roskilde Festival, á gestir um at koma við lurtaraynskjum. Hetta verður vanliga gjørt á Facebook, og í ár er einki undantak. 

Roskilde Festival hevur í dag lagt eitt video á Facebook-vangan hjá festivalinum, sum hevur yvir 400.000 fylgjarar, har heitt verður á øll um at koma við lurtaraynskjum til festivalin komandi ár. 

Tað áhugaverda við videobrotinum er, at tað er tónleikurin hjá føroysku Konni Kass, sum verður brúktur. Konni Kass upptraðkaði eisini á ársins festivali í upphitingardøgunum. 

Hvørt ár upptraðka fleiri enn 100 tónleikarar og tónleikabólkar á festivalinum, og í ár taldi skráin 175 tónleikaframførslur við millum annað heimskendu Eminem, Bruno Mars, Dua Lipa og fleiri, fleiri øðrum.

Tí er tað eisini sermerkt, at festivalurin velur at brúka júst tónleikin hjá Konni Kass til videobrotið, ið lýsir serstaka Roskilde-huglagið, sum verður kallað "Orange-feeling". ("Appelsingula kenslan" eftir appelsingula pallinum, sum er størsi pallurin á Roskilde Festivalinum). 

Uppslagið á Facebook finnur tú her. Ynskir tú at koma við lurtaraynskjum og vera við í lutakastinum um at vinna eitt atgongumerki til Roskilde 2019, so trýst her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691