Mælir frá at skerja tímatalið í skúlanum

Mælir frá at skerja tímatalið í skúlanum
Uppskot um at broyta fólkaskúlalógina er sent til hoyringar
27.12.2018 - 20:22

- Yngru næmingarnir í fólkaskúlanum hava brúk fyri hvørjum einasta tíma á tímatalvuni.

Tað sigur Jákup Eli Olsen, næstformaður í Lærarafelagnum, í grein í Skúlablaðnum, nú Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sent uppskot til hoyringar um at skerja tímatalið í øllum flokkum, frá fyrsta til níggjunda flokk.

Rigmor Dam, sum var gestur í sjónvarpsstovuni, sigur, at ætlanin við broytingini er ikki at skerja játtanina til fólkaskúlan.

Hóast næmingarnir fara at hava færri tímar, skulu timarnir ikki takast úr skúlanum, sigur landsstýriskvinnan. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652