VÍF gav H71 rættin til at velja

VÍF gav H71 rættin til at velja
Eftir at grundspælið í manshondbólti er liðugt, endaði H71 fremst við besta málmuni, og tí sluppu teir at velja sítt mótstøðulið í hálvfinaluni
19.03.2019 - 08:23

Undan síðsta umfari í grundspælinum í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum, stóð spenningurin um, hvørt Neistin, VÍF ella H71 endaðu á ovastu rók og harvið kundi vinna sær rættin til at velja sítt mótstøðulið í hálvfinalunum.

Neistin kundi liva við javnleiki móti VÍF fyri at tryggja sær oddasessin, men vestmenningar vildu tað øðrvísi og vunnu stórt. 

Neistin, H71 og VÍF endaðu øll á 25 stigum, men H71 var sterkast innanhýsis.

Hoyvíkingar kundu tí sjálvir velja, hvørjum liði teir vilja møta. Og hoyvíkingar valdu VÍF. Tað merkir so, at hin hálvfinalan verður millum Kyndil og Neistan.

Hálvfinalurnar verða spældar soleiðis mikukvøldið, hóskvøldið og sunnudagin. 

Dagur Klokkan Dystur Høll
Mikudag 20. mars 20.00 VÍF - H71 Vestmanna
Hósdag 21. mars 20.00 Kyndil - Neistin á Hálsi
Sunnudag 24. mars 16.00 H71 - VÍF  Hoyvík
Sunnudag 24. mars 18.00 Neistin - Kyndil á Hálsi

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851