Rebekka og Einar eru føroyameistarar

25.03.2019 - 16:51
ÍtrótturAnnar ítróttur
Rebekka og Einar eru føroyameistarar
Nú seinasta umfar í vetrarkappingini er av, er greitt, at Rebekka Fuglø og Einar Gregersen vunnu samlaðu kappingina og hvør sítt føroyameistaraheiti

Tak niður

Leygardagin var áttanda og seinasta vetrarkappingin í renning og FM á 10 kilometrum avgreidd í Runavík.

Rebekka Fuglø og Einar Gregersen úr Treystinum vunnu samlaðu vetrarkappingina og kundu eisini fegnast um hvør sítt FM heiti, tá kappingin var av. 

Ragnar Rasmussen og Sam Vang gjørdust nummar tvey og trý í vetrarkappingini hjá monnum, meðan Marita Andrasardóttir og Hergerð Heldarskað endaðu á øðrum og triðja plássi hjá kvinnum.

Rennifelagið Bragdið vann báðar liðkappingarnar.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Tíðindafundur og Dagur og vika
111992
Hósdag 30. juli
Midnáttarsangur
111814
Mikudag 29. juli
Upp á gólv
111810
Mikudag 29. juli
Á ólavsøku 2:2
111809
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
111807