Vansorgan: Umboðsmaðurin vísir á fleiri brek

Vansorgan: Umboðsmaðurin vísir á fleiri brek
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sigur, at nógv av tí, sum umboðsmaðurin hevur víst á, er tikið til eftirtektar
02.04.2019 - 20:31

Umstøðurnar hjá børnum og ungum, sum hava verið fyri vansorgan, kunnu bøtast munandi.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður í eini frágreiðing, eftir at hava verið á eftirlitsvitjan.

Umboðsmaðurin vísir m.a. á, at samansetingin av børnum og ungum er tilvildarlig, og at skjalfestingin av harðskapi millum børn og vaksin er ov vánalig.

Eisini heldur umboðsmaðurin, at tað er alneyðugt, at sálafrøðingar vera dagligur partur av tilboðnum til børn og ung, sum hava verið fyri vansorgan.

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, var gestur í Degi og Viku.

Hann sigur, at nógv av tí, sum umboðsmaðurin hevur víst á, er tikið til eftirtektar.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819