Gleði meg at møta Føroyum

Gleði meg at møta Føroyum
Fyri Jóhan á Plógv Hansen verður dysturin í Gigantium í Ålborg sunnudagin heilt serligur.
15.06.2019 - 14:28

Hann skal nú kappast móti sínum landsmonnum í dysti í EM-undankappingini í manshondbólti. 

Jóhan var partur av danska hondbóltslandsliðnum, sum í januar vann heimsmeistaraheitið, og í morgin spælir Danmark móti Føroyum.

- Tá ið eg fekk tilboðið um at spæla fyri Danmark, høvdu ungir føroyskir hondbóltsspælarar ikki so spennandi avbjóðingar sum nú. Tá var einki A-landslið í Føroyum. Kortini iðri eg meg ikki um avgerðina um heldur at spæla fyri Danmark enn Føroyar, staðfestir Jóhan á Plógv Hansen.

Kringvarpið hitti føroyska hondbóltsspælaran eftir seinastu venjingina hjá danska landsliðnum í Ålborg í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802