Dávur í ógvisligum samanstoyti

bannari
Dávur í ógvisligum samanstoyti
Dávur Magnussen lá væl fyri í spurtinum í landavegakoyringini, tá hann brast út í jarngirðingina og small í vegin
11.07.2019 - 23:11

Tað var endin, sum eingin ynskti sær.

Alt sá annars gott út, tá teir báðir Torkil Veyhe og Dávur Magnussen nærkaðust málinum í landavegakoyringini í kvøld.

Torkil Veyhe arbeiddi hart fyri at súkkla Dávur Magnussen í góða støðu til endaspurtin, og Dávur lá væl fyri í bólkinum, tá súkklararnir komu um síðsta svingið. Hann lá ytst við girðingina mitt á vegnum og royndi at sleppa útum ein súkklara av Guernsey, tá hann bar við metallið og datt framav. 

Ruðuleiki valdaði eina løtu, og fólk óttaðust avleiðingarnar av samanstoytinum, men tey andaðu lættan, tá føroyski súkklarin sjálvur gekk yvir til sjúkrabilin. Bæði Dávur Magnussen og maðurin av Guernsey, ið eisini fór umkoll, sluppu við smáum snuddum.

Eg havi ongantíð brotið nakað, segði Dávur í flogfarinum á veg til Gibraltar, og hann hevði aftur eydnuna við sær, tá hann reyk í asfaltið í kvøld.

Eg helt mína linju, men so kemur ein maður av Guernsey og skumpar meg. Hatta kom sum eitt sjokk, segði Dávur Magnussen eftir samanstoytin.

Men dómararnir vóru ikki samdir við metingini hjá føroyska súkklaranum. Teir hava kolldømt Dáva Magnussen fyri tað, sum hendi.

Føroyski súkklarin varð koyrdur á sjúkrahús, har hann var kannaður fyri heilasjálvta, men úr føroysku súkkluleguni frættist, at hann ongan álvarsaman skaða hevur fingið.

Sambært ensku rásini ITV, vóru fleiri av súkklarunum samdir um, at strekkið, har spurtast skuldi til mállinjuna, var ov trongt.

Sí samanstoytin og samrøður við bæði Dáva Magnussen og Torkil Veyhe.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585