Fleiri avbjóðingar við Føroyum

Fleiri avbjóðingar við Føroyum
Svenski landsliðsvenjarin hevur stóra virðing fyri føroyska fótbóltslandsliðnum og minnir sviar á trupla dystin, Svøríki hevði í móti Føroyum í 2012
29.08.2019 - 16:15

- Dysturin í móti Føroyum skal takast í størsta álvara.

Tá Svøríki vitjaði í Føroyum seinast, vóru Føroyar á odda 1-0, men tað eydnaðist at vinna 1-2 - millum annað við máli frá Zlatan Ibrahimovic.

Tí er Janne Andsersson, svenskur landsliðsvenjari, avgjørdur, tá hann tosar við svenskar miðlar á tíðindafundi undan dystinum í móti Føroyum hósdagin.

Hóast talan er um dyst í Føroyum, eru sviar eru favorittar. Men svenski landsliðsvenjarin heldur, at hóast svenska liðið á pappírinum er betri, so er tað ikki nøkur trygd fyri stigum kortini.

Somuleiðis minnir Janne Andersson eisini á, at á Tórsvølli verður spælt á graslíki, sum svenska landsliðið ikki hevur nógvar royndir við. 

- Haraftrat kann bæði regn og vindur seta sín dám á dystin, sigur Janne Anderson, sum eisini heldur tað vera eina avbjóðing bara at lenda í Føroyum, um veðrið ikki er til vildar.

- Hetta er munandi øðrvísi enn Santiago Bernabeau, sum vit spældu á í juni. Men leikararnir skulu savna seg um uppgávuna á sama hátt nú sum tá, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887