Ílegusavnið rindaði venjingarhald til starvsfólk

Ílegusavnið rindaði venjingarhald til starvsfólk
Landsgrannskoðanin hartar Ílegusavnið fyri at rinda 42.000 krónur í venjingarhald til síni starvsfólk, sum sluppu at venja í arbeiðstíðini.
11.11.2019 - 20:08

Tað er ikki í lagi hjá alment settum starvsfólki at venja í arbeiðstíðini.

Tað er heldur ikki í lagi at venja upp á skattgjaldarans rokning.

Tað staðfestir Landsgrannskoðanin í síni nýggjastu ársfrágreiðing.

Har verður nevnt, at Íegusavnið mátti strika 13 árshald og eitt 3 mðr-hald til venjingarmiðstøð í Havn fyri tilsamans 42.000,-

Men spyrst tú formannin í Fólkaheilsuráðnum, so eru venjingarhald ikki ein so býtt íløga  - hvørki fyri Ílegusavnið ella skattgjaldaran.

Kanningar vísa, at góð heilsustøða minkar um sjúkradagar og betrar um trivnaðin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887