Arrogant at kalla tað venjingardyst

14.11.2019 - 19:10
ÍtrótturFótbóltur
Arrogant at kalla tað venjingardyst
Gilli Rólantsson, landsliðsspælari, helt lítið um, at norðmenn kalla dystin móti Føroyum fyri ein venjingardyst

Tak niður

Eitt slag av venjingardysti. Tað segði norski framherjin, Joshua King, um dystin móti Føroyum í annaðkvøld. 

Noreg hevur ikki serliga stóran møguleika at spæla seg í EM-endaspælið ígjøgnum hesa undankappingina, men hava ein annan møguleika ígjøgnum Nations League í vár. Og tað tykist vera tað, sum norska landsliðið savnar seg um í løtuni.

Føroyski landsliðsspælarin, Gilli Rólantsson, sum spælir í Brann í Bergen, helt lítið um orðingina hjá norska framherjanum.

 - Tað er eitt sindur arrogant at siga soleiðis, men tað mugu teir um. So mugu vit bara fara á vøllin í morgin, og vísa, at vit eru til reiðar at spæla upp ímóti Noreg, segði Gilli Rólantsson.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, vil fegin enda undankappingina og tíðina sum landsliðsvenjari hjá Føroyum við stigum móti Noregi.

Sí samrøðurnar við teir báðar omanfyri.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
Álopið á St. Nazaire
106652
Leygardag 28. mars
Jambalaja 280320
106908
Leygardag 28. mars
Sendingin 270320
106906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Studio71 - 5 dokumentarar
106848
Hósdag 26. mars
Korona konsert við Bárði á Lakjuni
106790
Hósdag 26. mars
Norrøna
106783
Mikudag 25. mars
Savnsgull: Ymisk lív
57217
Mikudag 25. mars
Studio71 - 5 feitir filmar
106672