Vindmyllur á Eiði seinkaðar eitt ár

Vindmyllur á Eiði seinkaðar eitt ár
Øll viðurskifti eru ikki avgreidd enn, og tí varð ein borgarafundur, sum skuldi verða á Eiði í gjárkvøldið, avlýstur
14.01.2020 - 11:55

Ætlanin var at seta vindmyllurnar upp í summar, men tað verður neyvan fyrr enn næsta ár, m.a. tí at  framleiðarin skal meta um staðið, har myllurnar skulu standa, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Nakað annað, sum kann gerast ein forðing er, at hagastýrið - nú aftaná at SEV hevur vunnið útbjóðingarumfarið - hevur tikið nøkur ivamál upp við SEV.

Umhvørvisstovan, sum er myndugleikin, ið hevur tikið avgerðina um at lata SEV seta vinmyllurnar upp á Eiði, visti einki um nakra ósemju millum hagan og SEV, meðan málið var til viðgerðar.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585