Nóllywood

Nóllywood (2:2)
16-01-2020
Føroysk stuttrøð

Í summar hevði filmsummarskúlin Nóllywood 10 ár á baki, hvørt summar síðani 2010 hevur filmskúlin Nóllywood verið hildin. Nóllywood er ein filmskúli fyri ung í aldrinum 14 - 18 ár, sum í gjøgnum 10 dagar framleiða smáar filmsverkætlanir.

Í seinnu sending fara vit at líta aftur á summarið 2019, tá Nóllywood varð hildið fyri 10. ferð. Vit fara at hyggja at teimum fýra filmunum, ið luttakarnir framleiddu. Hesir vóru ávíkavist ein animatiónsfilmur, ein heimildarfilmur, ein fiktiónsfilmur og ein "Behind the Scenes" av Nóllywood.

Vertir á sendingini eru Nóllywood-fyriskipararnir, Rógvi Rasmussen & Maria Winther Olsen.

Nóllywood

Á sumri 2019 hevði filmsummarskúlin Nóllywood 10 ár á baki. Í hesari stuttrøðini líta vit aftur á ferðina hjá Nóllywood frá 2010 til 2018. 

Føroysk stuttrøð
16-01-2020
09-01-2020