Hotel Brandan letur upp fyrst í mai

Hotel Brandan letur upp fyrst í mai
Í fjør vóru 20.000 fleiri gistingar enn árið fyri, og hóast tvey hotell koma aftrat í høvuðsstaðnum, verður eingin trupulleiki at fylla tey
17.02.2020 - 10:59

Nú líður so mikið væl, at annað av nýggju hotellunum í Havn, Hotel Brandan, letur upp fyri gestum fyrst í mai.

Síðani ferðavinnan tók dik á seg, eru gistingarnar vaksnar á hvørjum ári.

Í fjør vóru 20.000 fleiri gistingar enn árið fyri. 

Tað eru serliga gistingarhúsini í høvuðsstaðnum, ið merkja vøksturin. Og í hesum árinum verða gistingarmøguleikarnir meira enn tvífaldaðir, tá Hotel Brandan og Hotel Hilton fara at taka ímóti gestum, og Hotel Føroyar verður liðugt útbygt.

Tað verður eingin trupulleiki at fylla hotellini, siga leiðararnir á gistingarhúsunum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585