Føroyingahavnin - hvat nú?

Føroyingahavnin - hvat nú?
27-02-2020

Nordafarstøðin, betur kend sum Føroyingahavnin, var einaferð størsta fiskivinnu- og útgerðarhavn í øllum Grønlandi. Tað er ikki ov nógv sagt, at flakavirkið í Føroyingahavnini fekk stóran týdning fyri flakavinnuna í Føroyum.

Nógvir menn, sum høvdu havt álitisstørv haryviri, gjørdust seinni undangongumenn ella formenn á nøkrum av teimum flakavirkjunum í Føroyum, ið vóru komin ella komu um sama mundið her, og í árunum aftaná.

Spurningurin hevur leingi ligið í luftini, hvat gerast skal við leivdirnar av Nordafarstøðini. Í 2017 varð kanning og skráseting gjørd av bygningum og ídnaðaranlegginum á støðini.

Niðurstøðan í frágreiðingini, sum Tjóðsavnið og Landsverk í felag stóðu fyri, er, at rættast er at taka niður allar bygningar og burturbeina teir.

Mett verður, at hetta fer at kosta millum 23 og 40 milliónir krónur. Og tað verður ein torførur og dýrur umgangur at burturbeina støðina, tí reglurnar um burturbeining av skaðiligum ella dálkaðum tilfari, sum tað er nógv av her, eru ógvuliga strangar.

Hóast talið fækkar av teimum, sum arbeiddu í Føroyingahavnini, tá virksemið var í hæddini frá fimtiárunum og frameftir, so eru framvegis nógvir føroyingar á lívi, sum kunnu greiða frá virkseminum tey árini.

Somuleiðis hava teir eina meining um, hvat gerast skal við mongu leivdirnar ella tað, sum eftir er av Føroyingahavnini. Lagt til rættis og gjørt sendingina hava: Kári Mikkelsen Jens Jákup Hansen.

Føroyingahavnin - hvat nú?

Nordafarstøðin, betur kend sum Føroyingahavnin, var einaferð størsta fiskivinnu- og útgerðarhavn í øllum Grønlandi. Hóast talið fækkar av teimum, sum arbeiddu í Føroyingahavnini, tá virksemið var í hæddini frá fimtiárunum og frameftir, so eru framvegis nógvir føroyingar á lívi, sum kunnu greiða frá virkseminum tey árini.

Lagt til rættis og gjørt sendingina hava: Kári Mikkelsen Jens Jákup Hansen.