Koronaútgerð dýrkar um allan heimin

Koronaútgerð dýrkar um allan heimin
Útgerð til at kanna og basa koronasmittuna dýrkar alsamt og hetta merkja tey á Landssjúkrahúsinum
20.03.2020 - 19:39

Betri Stuðulsgrunnurin veitir nú 10 milliónir í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið. Koronasmittan er størsta heilsuliga avbjóðing, sum Føroyar hava staðið yvir fyri í nýggjari tíð, og tí var grunnurin ikki í iva um at stuðla hesum týðandi arbeiði, skrivar Betri Samtakið í einum tíðindaskrivi í dag.

Á Landssjúkrahúsinum merkja tey, at útgerðin til at basa koronasmittuni dýrkar meir og meir. Tí fegnast sjúkrahússtjórin um peningagávuna, ið fer óskerd til koronatilbúgvingina í Føroyum. 

"Hetta ger sera stóran mun hjá okkum, tí kostnaðurin av júst hesi útgerð er vaksin sera nógv, nú eftirspurningurin er vaksin so brádliga um allan heim. Vit eru sera takksom. Eg havi verið í sambandi við landsstýrismannin við heilsumálum, sum eisini vil senda eina hjartans tøkk," sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri fyri sjúkrahúsverkið.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964