80.000 krónur um mánaðin til at gjalda rokningar

bannari
80.000 krónur um mánaðin til at gjalda rokningar
Fyritøkur fáa møguleika at biðja landskassanum um stuðul til at gjalda rokningar, um umsetningurin minkar av korona. Hjálparpakki er áveg.
02.04.2020 - 19:19

Hjálparpakkin, sum væntandi verður lagdur fram í morgin, fer at hjálpa fyritøkum við at gjalda sínar føstu útreiðslur.

Stuðulin úr landskassanum kann vera upp til 80.000 krónur um mánaðin í tríggjar mánaðir. Afturfyri verður loft lagt á stjóralønina, soleiðis at stjórin í fyritøkuni kann ikki tjena meira enn 600.000 krónur í ár. Og harumframt sleppa fyritøkur, sum fáa lut í kreppupakkanum, ikki at gjalda út vinningsbýti í trý ár.

Hjálparpakkin tekur støði í umsetninginum í øðrum ársfjórðingi í ár, sum verður samanborin við umsetningin annan ársfjórðing í fjør. Vísir tað seg, at umsetningurin næstu tríggjar mánaðirnar minkar, sammett við sama tíðarskeið í fjør, so er landskassin til reiðar at lata stuðul til tað. Stuðulin verður 75 prosent av mista umsetninginum, tó í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin í tríggjar mánaðir.

Enn veit landsstýrið ikki, hvat hesin partur av hjálparpakkanum fer at kosta landskassanum. 

Men koma tildømis 1000 fyritøkur inn í kreppupakkan, og fáa hesar fyritøkur í meðal 40.000 kr/mdr í tríggjar mánaðir, so kostar skipanin landskassanum 120 milliónir krónur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887