Gøta gjøgnum lundaland í Mykinesi

Gøta gjøgnum lundaland í Mykinesi
Gøtan gongur gjøgnum búøkið hjá lundunum og er brot á náttúrufriðingarlógina, sigur fuglafrøðingur, sum meldar til Yvirfriðingarnevndina
22.05.2020 - 19:18

Í náttúruríka umhvørvinum í lundalandinum í Lamba í Mykinesi verður ein gøta gjørd til ferðafólk á vælumtókta túrinum út í Mykineshólm.

Lamba er størsta lundaland í Føroyum, og gøtan gongur út yvir fleiri 100 lundaholur. Men sjálv gøtan er ikki einasti trupulleikin.

Kanningar hjá fuglafrøðingum hava staðfest, at lundin, serliga sildberin, verður nógv órógvaður og heldur seg burtur, tá ið fólk eru á gøtuni.

- Gøtan gongur gjøgnum búøkið hjá lundunum og er brot á náttúrufriðingarlógina, sigur Janus Hansen, lívfrøðingur, sum tí hevur meldað málið til Yvirfriðingarnevndina. 

Bóndin, sum varðar av kongsjørðini í Lamba, vil ikki tosa við Kringvarpið, men sigur, at hetta er bara ein bøti av gøtuni, sum var í Lamba frammanundan. 

Sørvágs Kommuna, Visit Faroe Islands, Umhvørvisstovan, Havstovan, Visit Vágar og Tjóðsavnið hava í felag gjørt eitt tilmæli um náttúruvernd, fulgavernd og ferðavinnu í Mykinesi.

Í tilmælinum verður mælt til, at farið verður undir at kanna, hvussu ein nýggj leið oman ímóti brúnni kann verða gjørd. Nýggja leiðin eigur at vera løgd uttan um búøkið hjá lunda og øðrum fugli soleiðis, at fuglurin fær frið.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691